Maria Johannesen úr Rituvík, hevur ein føroyskan búna, ið er væl samansettur av bæði gomlum og nýggjum og hevur eina søgu, hon fortelur søguna um sín búna soleiðis :
Føroyski búnin sum eg brúki er samansettur av nýggjum og gomlum, av mínum egna, men eisini av familjuarvi.
Troyggjuna, møttulin, brosjuna og beltaspennið eigur mamma, meðan stiman og mallurnar eigi eg sjálv.
Mallurnar fekk eg í gávu tá eg var liðug við mína útbúgving, tá byrjaði eg at samla uppá mítt egna silvur. Tað var torført at bestemma seg til hvat slag eg skuldi velja, men tað bleiv so til Fíu, tí tað dámdi mær best.
Fyri nøkrum árum síðani broderaði mamma mær mítt egna fyriklæði og turriklæði, tað eri eg orduliga glað fyri, eg slapp sjálv at velja litirnar og toy.
Skjúrtið hevur langomma mín í sínari tíð seyma.
Mær dámar best at brúka búnan heilt traditionelt, men kann gott finna uppá at droppað turriklæði tá eg ikki orki at seta tað.
Skógvarnar eigur omma, teir eru vit í familjuni sera glað fyri. Omma keypti sær teir tá hon var ung, og seinastu árini hava vit sett teir í stand og ansa væl eftir teimum.










