Mín besti dystur

Dagsins maður hjá NSÍ var uttan iva Meinhardt Joensen í málinum, og hann var sum vera man væl nøgdur eftir dystin.

- Hetta var kanska mín besti dystur í ár. Har vóru í øllum førum nógvar vandamiklar støður, men sum heild spældu tær flestu væl av hjá mær.

- Vit høvdu ikki spælt nóg væl seinastu dystirnar, og avtalan var, at vit hesa ferð skuldu fara nógv meira heilhjartaðir undir uppgávuna. Og vit skuldu eisini venda gongdini, har vit hava mist ov nógv stig á heimavølli, og tað eydnaðist so fyribils, segði Meinhardt Joensen eftir dystin.

Fortreytirnar fyri dystinum broyttust munandi, tá NSÍ tíðliga misti Johan Troest Davidsen, og Meinhardt viðgekk eisini, at hetta gjørdi støðuna nakað tyngri.

- Tað verður sjálvandi nógv trýst, og vit detta sjálvandi longur aftur á vøllin, enn man vanliga ger. Men vit levera eitt sera gott liðavrik, og eg haldi, at vit allir spældu ein góðan dyst, segði Meinhardt Joensen.