Í 2005 hevði Klaksvíkar Róðrarfelag ein sera stóran profil innan rógving í felagnum. Tá fingu teir nevniliga danska olympiska gullvinnaran í rógving, Stephan Mølvig, til felagið, har hann virkaði sum ráðgevi hjá øllum bátunum, samstundis sum hann róði við Nevinum Reyða, sum vann allar róðrarnar hetta árið.
Avtalan hjá Stephan Mølvig við KRF var bert fyri kappróðrarárið 2005, so hann vendi ikki aftur til Klaksvíkar í 2006. Hetta árið fingu kappróðrarbátarnir í Klaksvík aftur góð úrslit, og millum annað vann flaggskipið, Klaksvíkingur, meistaraheitið í 10-mannaførum.
Nú ljóðar, at KRF ætlar at fáa Stephan Mølvig aftur til Klaksvíkar. Ætlanin er, at hann skal røkja somu uppgávur, sum hann hevði, seinast hann var í Føroyum, men í staðin fyri at rógva við Nevinum Reyða ætla klaksvíkingar, at hann skal vera við at manna Klaksvíking, sum ætlar at endurvinna meistaraheitið. Enn er eingin ítøkilig avtala komin á pláss millum Mølvig og KRF, men formaðurin í KRF, Jóhan Petur Jacobsen sigur, at um alt gongst eftir ætlan, so verður Mølvig aftur í KRF í ár.
- Ja, vit tosa við Stephan um at koma aftur, og hann er áhugaður. Enn er einki endaligt komið uppá pláss, men um tað gongst eftir ætlan, so verður Stephan Mølvig partur av manningini hjá Klaksvíkingi komandi kappingarár.










