Málverjin var størsta ivamálið

Miðverjarnir hjá Víkingi eru boðsendir, tí teir megnaðu væl at skipa verjuspælið á Tórsvølli, har Mikkel Dahl gjørdi størsta hálið higartil í ár

Fyri fjórðu ferð í ár hevur Miðlahúsið sett vikuliðið. Tað sá einki út undan vikuskiftinum fyri, at tað skuldi bera til at seta liðið, tí tað kavaði av møkum, og tað var liggjandi kavaveður.

Leygardagin avráddu ÍF og NSÍ, at oyggjauppgerðin skuldi vera í Runavík og ikki í Fuglafirði, tí tað var so nógvur kavi í Fløtugerði. Hevði tað verið fyri kanska tíggju árum síðani, so hevði tað í gjár ikki verið fótbóltur í eitt nú Klaksvík, Runavík og á Toftum.

Síðstu árini eru kringumstøðurnar vornar støðugt meiri professionellar, og tað kennist næstan vera kapping millum kommunurnar um at eiga bestu maskinurnar, so tað ber til at grava kavan burtur. Í fyrradagin og í gjár spentu kommunurnar í Klaksvík, Runavík, á Toftum og í høvuðsstaðnum seg av álvara út, og so bar tað til at spæla allar fimm dystirnar.

Eitt tað torførasta valið eftir hetta umfarið var at finna málverjan. Hóast hann ikki so ofta bjargaði á strikuni, og Klæmint A. Olsen einaferð var bjargingarmaður á strikuni, tá ið ÍF var um reppið at skora, so er Tórður Thomsen málverji á vikuliðnum eftir fjórða umfar. ÍF tapti 3-0 í Runavík, men fuglfirðingar høvdu betri uppiborið enn so trivaligt tap, og Tórður átti sín lut í tí, at tað fleiri ferðir spældi væl av, tá ið fuglfirðingar vóru framvið.

Felags fyri allar, sum hava fingið boð at vera við til at manna vikuliðið eftir fjórða umfar, er, at teir eiga nógvar royndir.

Eftir landsliðsferðina og 4-0 tapið í Skotlandi, varð tað nevnt, at upplagdi stýrimaðurin í miðverjuni er ikki funnin, eftir at Atli Gregersen takkaði fyri seg. Í gjár høvdu Atli og Gunnar Vatnhamar gott tak á framrættaðu monnunum hjá B36. Jóhan Troest Davidsen var tryggur í høgru í NSÍ verjuni, og Daniel Johansen vísir støðugt góð avrik í vinstru hjá HB.

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen syrgdi aftur í gjár fyri, at tað var javnvág á væl upplagda toppliðnum, sum framvegis einki mál hevur latið fara ígjøgnum. Ndende er framvegis besti maður hjá TB. Viðhvørt er hann í miðverjuni, og aðrar løtur er hann á miðvøllinum, og í gjár skoraði hann tvey mál. Sølvi Vatnhamar reikaði aftur í gjár nógv á liðnum hjá Víkingi, og hann átti uppleggið til leiðslumálið. Petur Knudsen skoraði eitt mál hjá NSÍ og gjørdi í vinstru næstan, sum hann vildi ímóti ÍF verjuni.

Mikkel Dahl er sjálvskrivaður í fremstu røð, nú hann var ferfaldur málskjútti. Tað er Páll A. Klettskarð eisini. Hann var tvífaldur málskjútti, og hann skrivaði í gjár søgu sum tann spælarin, ið yvirhøvur hevur skorað flest mál fyri KÍ. Tað var ein fín søga, at Sebastian Pingel fimm minuttir undan leikloki javnaði til 1-1 fyri B36, og at hann haltaði, tí hann var skaddur, tá ið hann skoraði. Men tað er bara pláss fyri ellivu spælarum:

Tórður Thomsen, NSÍ – Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Atli Gregersen, Víkingur, Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Daniel Johansen, HB – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Ndende Adama Guéye, TB, Jákup B. Andreasen, KÍ, Petur Knudsen, NSÍ – Páll A. Klettskarð, KÍ, Mikkel Dahl, HB.