Málverjin hevur givið avboð

Fótbóltssambandið boðar frá, at Kristian Joensen úr 07 Vestur hevur givið avboð og tískil ikki verður við, tá ið U21 landsliðið fríggjakvøldið í næstu viku fer at spæla ímóti Danmark í Aalborg.

Kristian vardi føroyska málið í Serbia. Tá var Teitur Gestson á beinkinum. Venjararnir báðir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, hava sent boð eftir Hans Jørgensen, sum saman við Kristiani Joensen kappast um plássið millum stólparnar hjá 07 Vestur. Nú skal Hans Jørgensen kappast við Teit Gestson um plássið millum stólparnar í Aalborg fríggjakvøldið í næstu viku.