Neyðars Sammy Ndjock, sum verjir málið hjá amerikanska liðnum, Minnesota. Ígjár gjørdi hann í einum venjingardysti tað, sum má sigast at verða aldarinnar sjálvmál.
Sammy Ndjock gjørdi hetta ótrúliga sjálvmálið, tá Minnesota spældi venjingardyst ímóti enska Premier League felagnum, Bournemouth. Bournemouth vann 4-0. Hini trý "vanligu" málini skoraðu Callum Wilson tvey, og Lewis Grabban eitt.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Sammy Ndjock hjá Minnesota gera aldarinnar sjálvmál.