Trygvi Askham hevur í dag boðað frá, at hann gevst við fótbóltinum á hægsta stigi í Føroyum. 30 ára gamli málverjin hevur kappast við Róa Mørk Hentze um plássið millum stengurnar hjá B36.
- Eg havi eitt arbeiði, sum krevur nógva tíð og orku. Tá fótbóltur á hægsta støði samstundis krevur nógva tíð, so má eg raðfesta, og tað er tí eg gevist at spæla, sigur Trygvi Askham við bolt.fo.
Trygvi Askham spældi so seint sum í mars mánaði fyri føroyska landsliðið, tá hann í seinna hálvleiki avloysti Teit M. Gestsson í 1-1 javnleikinum móti Lettlandi í einum venjingarlandsdysti í Marbella í Spania.
Bolt.fo skrivar víðari, at Trygvi Askham enn ikki hevur tikið avgerð, um hetta er eitt endaligt farvæl til fótbólt á hægsta stigi í Føroyum. Trygvi Askham og Rói Mørk Hentze deildu dystirnar millum sín í ár, meðan Hans Jørgensen hevur vant við í seinnu hálvu.