Málveitslur

Bæði hjá kvinnum og monnum gjørdist talan um mest málríku dystirnir á kappingarárinum, tá úrslitini fyri vikuskiftið vóru greið.

40-42 dysturin í Hoyvíkarhøllini millum KÍF og Kyndil er so nógv tann málríkasti dysturin, sum hevur verið leiktur í ár.Hartil varð dysturin við næst flestu málunum í ár eisini leiktur um vikuskiftið, og eisini hann var í Hoyvíkarhøllini, tá StÍF vitjaði H71 leygardagin.
Hjá kvinnunum eru tey 77 málini í Vági leygardagin eisini nógv tað mesta, sum er skotið í ár.
-jm

Málríkastu dystirnir í ár:
DysturDeildÚrslitMál
KÍF-Kyndil, menn40-4282
VB-StÍF, kvinnur46-3177
H71-StÍF, menn27-4067
KÍF-Neistin, menn32-3365
Neistin-Kyndil, menn32-3264
Kyndil-KÍF, menn40-2464
Neistin-KÍF, menn38-2563
H71-Kyndil, menn29-3362
Neistin-Stjørnan, kvinnur27-3461
KÍF-Neistin, menn31-3061
Neistin-H7133-2861