Hondbóltur
Heimaáskoðararnir í Vági mundu ivaleyst tevja ein stórsigur, tá StÍF kom á vitjan leygardagin. Hóast tapið í steypafinaluni, so hevur seinna kappingarhálva í nógvar mátar bent tann vegin, at VB væl kann endurvinna meistaraheitið í kvinnuhondbólti, og fáur mundi rokna við, at StÍF skuldi gera stórvegis við hesa gongdina.
Tað megnaði StÍF so heldur ikki, men í góðanhálvan tíma fingu tær tó loyvi til at vera partur av dystinum í Vági. Tær á heimaliðnum tóktust einamest hugsa um, hvussu nógv mál tað skuldi bera til at fáa burtur úr dystinum, og tí var verjan nakað væl meira opin, enn hon plagar at vera, tá VB spælir.
Í steðginum varð hetta tó fingið upp á pláss. Samstundis royndi VB at halda trýstið í álopspartinum, og ikki óvæntað gav hetta útslag í, at munurin nú av álvara fór at veksa. VB fekk við hesum ogna sær enn tvey stig í royndunum at taka Stjørnuna aftur, og ikki minst, so tykjast tær eisini vera væl ávegis at syrgja fyri, at um so er, at talan verður um málmun, sum er avgerandi, so eru tær betri fyri. Tað kann vísa seg at gerast nógv vert, men fyrst og fremst, so eru tað stigini, sum telja, og eisini í hesum kann VB sjálvt gera av, hvørt tað verða tær, sum aftur í ár skulu hava gullið um hálsin, ella um hesin lutur í ár fellur til Stjørnuna.
Dysturin í tølum
VB-StÍF 46-31 (21-18)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 14, Aukse Vysniaskaite 11(4), Gurið Mortensen 9, Rannvá Augustinussen 7, Eydis Kjærbo 3, Laila Jespersen 2
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 9(4), Melica Ergic 7, Ninna K. Jacobsen 5, Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 3, Anna B. Danielsen 3
Brotskøst: VB 5, StÍF 5
Útvísingar: VB 2, StÍF 4
Dómarar úr H71: Høgni M. Joensen & Brandur E. Johannesen.