Tað gjørdist sonn málveitsla í Gundadali, har HB og Skála dystaðust.
Endaliga úrslitið gjørdist heili 5-2.
Tað stóð leingi 2-1 til HB, men í 71. minutti skoraði Jákup á Borg til 3-1 við einum kanónskoti frá kantinum á brotssparskteiginum. Men bara tríggjar minuttir seinni, kom Skála við aftur tá ið Obi skoraði enn einaferð, eftir at vera spældur inn um verjuna.
Men so skeyt Rasmus fyri aðru ferð í dystinum fríspark beint í málið, men har kundi málmaðurin havt ansað betri eftir. Bólturin var ikki meir enn givin uppaftur, tá ið Jákup á Borg sløkti allar vónir hjá Skálamonnum við enn einum máli til 5-2.










