Máltíð etin í bølamyrkri á Sjóndeplinum (Rás2)

(Rás2 - Sjónteim) Hoyr Karin Kass og Ruth Thomsen frá Sjóndeplinum greiða frá einum serligum døgurða í bølamyrkri

Farna leygarkvøld var ein heilt serligur døgurði í Sjóndeplinum í Havn.

 

Sjóndepilin hevði fleiri fólk á gátt, sum møttu til at eta eina máltíð í bølamyrkri. Hetta fyri, at hesi fólkini skulu fáa eina kenslu av hvussu tað er hjá einum sum einki sær, tá hesin persónurin fær sær ein betri bita.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Karin Kass og Ruth Thomsen frá Sjóndeplinum greiða frá serliga tiltakinum og serliga døgurðanum. Ruth Thomsen er sjálv sjónveik.

 

Samrøðan var gjørd beinleiðis í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin í dag. Hilmar Jan Hansen var vertur.