Asbjørn Lómaklett
Serføroysk landafrøðilig heiti:
Í Dimmalætting, nr 67, skrivar mín góði vinur, Ólavur Hátún, um serføroysk landafrøðilig heiti. Hann finst at hesum arbeiði soleiðis, sum tað sær út í Føroyska Heimsatlasinum, har nøvnini á londum, býum og heitum eru stavsett sambært føroyskari stavsetingar – og mállærureglum annars.
Hann tekur sum dømi Ukreina, ið hann heldur átti at verið stavað við ”ai” í staðin fyri við ”ei”.
Allir føroyingar vita í dag, at ”ei” verður framborið sum ai ella oy alt eftir, hvat málbrigdi, ið ein hoyrir til. Flestu hava eisini so fræga málkenslu og vitan um mál, at tey kenna á sær, nær ”ei” ikki kann berast fram sum ”oy” til dømis sum í ”teilendingum”. Eftir mínum tykki er hetta bert ein spurningur um vana.
Til verju fyri Føroyska Heimsatlasið kann sigast, at tað ber ikki til at gera øllum stavingarmøguleikum til vildar, og eg hugsi ikki, at nakar aðrastaðni í heiminum hugsar minsta vet um, hvussu t.d. føroyingar bera fram útlendsk, landalæruheiti, tá hesir gera heimsatlas í teirra londum, eitt nú í Ukreina ella Teilandi. Sjálvt innanríkis hevur minni enn so altíð verið tikið fyrilit fyri føroyskum heitum í hesum samanhangi.
Sjálvandi er okkurt at finnast at í fyrstuútgávu av einum Heimsatlasi, men at gera stórar broytingar, t.d. skifta ei út við ai, man ikki vera ráðiligt og enn minni ynskiligt, og støðan viðvíkjandi føroyskum máli man heldur vera tann, at tað júst í hesum tíðum gongur skjótt eftir hæli vegna altjóðagerðina.
Annars taki eg fult undir við uppskoti Ólavs um at taka føroyska teljingarháttin uppaftur. Hesin mátin at seta tíggjutalið fyrst og einararnar seinast er munandi skilvísari og lættari at skriva/frambera enn tann týsk/danski hátturin, ið flestu føroyingar nýta í dag.
Havi givið mær far um, at summi fjølmiðlafólk tóku sær um reiggj og fóru at nýta føroyska talháttin, men góvust so við hesum eftir stuttari tíð. Undrist á, hvussu hetta mundi bera til. Vóni ikki, at tað er eftir harraboðum, tí tað hevði verið ótrúligt, at slíkt kundi hent í 2007.
Allir almennir fjølmiðlar áttu sjálvandi at nýtt gamla føroyska teljingarháttin.
Rættskrivingin annars:
Tá Hammersheimb í sínari tíð gjørdi føroyska skriftmálið, so rakti hann ótrúliga beint við júst at gera stavsetingina soleiðis, sum hon er. Bæði Ólavur Hátún og Árni Dahl hava skrivað um, hvussu henda stórhending nærri fór fram.
Føroyingar tóku eisini sjáldsama skjótt við hesum stavsetingarhátti, ið bant saman við miðaldarskriftmálið soleiðis, at føroyingar í dag kunnu lesa gomlu tekstirnar uttan heilt stórvegis trupulleikar. Hetta er uttan iva gott fyri føroyska samleikan eisini.
Loyvi mær at taka dømi um norrønt mál úr Føroyingasøguni, ið Ólavur Halldórsson gav út í 2006, har eitt brot snýr seg um drápið av Karli Mørska:
Leifr (Leivur) hljóp thegar upp ok gekk á brott til fundar við Gilla; gekk með honum alt búðarlið hans, en Karl sat eptir. Their austmenninir (norðmenninir) stóðu í hring um hann. Gautr Rauði (Geyti) hlóp at ok hjó með handøxi yfir herðar monnum (ella mønnum), ok kom hogg that í høvuð Karli, ok varð sár that ekki mikit. Thorðr lági (Tórður Lági) greip upp ”refðit” (óvissa merking) er stóð í vellinum ok lýstr (sló) á ofan øxarhamarin, svá at øxin stóð í heila. Thusti thá fjøldi manna út úr búð Thrándar (Tróndar). Karl var thaðan dauðr borinn.
Rokni ikki við, at nakar hevur stórvegis trupulleikar av at skilja henda tekstin úr Føroyingasøgu.
-2-
Vit hava eitt sera vakurt skriftmál, men tað kann ikki altíð sigast um talumálið, ið var uttan skrivliga røkt í meira enn trý hundrað ár eftir trúbótina, so tað er einki at siga til, og uttan kvæðamentanina hevði føroyskum helst ikki verið lív lagað. Tað er tí í flestu førum til bata fyri føroyskt mál, um skriftmálið ávirkar hitt talaða.
Tað má ikki henda, at vit fara at pilka við stavsetingina, skera burtur her og har, tí so fáa vit eitt kubbut heldur mishátt úrslit burturúr.
Um nakað skuldi verið gjørt, so áttu vit heldur at lagað talumálið til skriftmálið yvir eitt longri áramál, har tað er gjørligt. Tað er í veruleikanum so lítið, ið mangan skal til. Vit kunnu jú akkurát tað sama siga ”siga” við ”g”- ljóði sum uttan, og vit kunnu jú júst tað sama siga ”hevði” soleiðis, sum tað stavast heldur enn sum ”heyji”, og tað hevði borið væl til at sagt ”sk” sum sk heldur enn sum ”sj” t.d. Skemman soleiðis, sum tað stavast. Hetta hevði eisini gjørt føroyskt meira sangligt, av tí at sloppist hevði undan øllum hesum sj-ljóðunum, ið eru ”tónaleys”. Hin møguleikin - at fara at broyta okkara vakra skriftmál vil eg staðiliga mæla frá at gera, og páhaldið um, at tað skal vera so sera trupult at læra føroyska stavseting, heldur ikki, tí nógv dømi eru um fólk við stuttari skúlatíð, sum duga væl at skriva føroyskt.
Veit eisini um heilt vanligar næmingar, sum longu í 6. flokki kenna meginreglurnar fyri føroyskari stavseting.
Ein tillaging nærri skriftmálinum hevði flutt mál okkara nærri at hinum nær skyldu norðurlandamálunum bæði sunnanfyri og fyri norðan, og tað hevði verið munandi lættari hjá grannum okkara at lært, tá onkrir teirra fluttu higar í longri ella styttri tíð.,
Enskt/amerikanska ”r-ið”!
Nú farið er at hugleiða um føroyskt, er vert at taka eitt nýtt málsligt fyribrigdi til umrøðu, og tað er ”ensk/amerikanska ”r-ið”, ið mong í Føroyum eru farin at nýta í staðin fyri okkara lætt rullandi framtungu ”r”. Onkur nevndi nakað líknandi í einari útvarpssending og mælti føroyingum til at hava r-framburðin hjá Nikolinu av Kamarinum til fyrimynd, og satt er tað t.d. í sanginum: Leið, milda ljós.
Hesin nýggi, løgni r-framburðurin hoyrist serliga nógv frá yngri fólki úr Tórshavn og úr Klaksvík. Føroyskt við enskum ”r” ger málið deyvt, útvatnað og kraftalítið.
Í seinastuni hevur ein vágbingur, ið er ættaður úr Sandvík greitt sera væl frá um ymiskt úr lívi sínum. Hetta í útvarpssendingini Suðurrás. Tað er sonn frægd at líða á hansara framúrskarandi góða frásagnarhátt, men eisini havi eg givið mær far um ramligu framtúngu – ”r-ini”, ið hann uttan himpr nýtir. Munur er á at hoyra hetta sammett við vatndeyva málið við enskum ”r-i”, ið ein javnan hoyrir.
Minnist, at tá bønarbókin ”Kraft av nýggjum” kom út í 1967, týðari: P.J. Sigvardsen, skrivar høvundin, Erlig Ruud, at tað gleðir hann, at bókin er komin á ”tí máttmikla (kraftfulle) føroyska málinum, men tað verður ikki nógv (kraftfult) yvir føroyskum, tá vit øll eru farin at nýta enskt ”r”.
Vóni tí, at vend kemur í, so vit aftur fara at hoyra hampiliga ramlig ”r” aftur á føroyskum, eisini norðanfjørðs.