Málskjúttin Rógvi

Rógvi Jacobsen hevur víst seg sum rættuliga stinnur málskjútti á landsliðnum, eins og hann eisini hevur verið tað í HB seinastu árini. Hann hevur skorað níggju mál á landsliðnum og er hetta ájavnt metið, ið navnframi Todi Jónsson hevur. – Eg havi valt ikki at hugsa um mál nr 10, tað skal nokk koma til sína tíð, sigur ein bersøgin Rógvi Jacobsen

Rógvi Jacobsen, ið byrjaði á landsliðnum í 1999 í einum venjingardysti móti Íslandi, hevur í dag leikt 44 landsdystir fyri Føroyar og megnað at skorað 9 mál.

28 ára gamli Klaksvíkingurin, ið hevur skorað ímóti sjálvastu varaheimsmeistarunum úr Italia, er kendur kring fótbóltsheimin fyri síni megnar fótbóltsavrik, og javnan ringja útlendsk tíðindafólk, og koma eisini at vitja hann, um tey eru í Føroyum.


Útlendsk tíðindafólk

Tíðindafólk kring knøttin ynskja at vita hvør hesin føroyski timburmaðurin er, ið kann skora móti Italia.

Italska tíðindablaðið La Gazzetta dello Sport vil vera við at Rógvi er il Pippo Inzaghi delle Far Oer, og merkir tað at hetta er tann føroyski Filippo Inzaghi, sum jú er kendur fyri at gera nógv mál fyri italiumenn. Í sama italska blaðnum stendur at lesa, at italiumenn dáma væl hendan fyrimyndarliga stríðsviljan, ið Rógvi altíð er góður fyri.


Metið

Vit fingu orðið á Rógva eftir fyrstu venjingina á Tórsvølli, í gjár, og tá hann bleiv spurdur um hann hugsar nógv um møguliga metið, ið stendur og bíðar, svarar hann at tað er ikki nakað hann tímur at leggja press á seg sjálvan við.

- Tað er av størri týdningi fyri meg at liðið fær eitt hampuligt úrslit, sigur kemparin Rógvi Jacobsen, og leggur afturat at hann fer ikki at hava nakra t-shirt, við einum 10-tali prentaðum á, innanfyri landsliðstroyggjuna.


Taktikkurin

Herfyri vann Skotlandi heldur óvæntað 1-0 á útivølli ímóti Fraklandi, og teirra taktikkur var pressfótbóltur høgt uppi á vøllinum, og samstundis eitt rættuliga fysisk merktan spælihátt.

Hvønn taktikk skulu vit helst nýta?

- Eg haldi als ikki vit bara skulu fara at verja og sparka bóltin vekk. Vit mugu heldur royna at spæla okkum burturúr vandastøðum. Hetta duga vit, og framgongdin bara síðan í fjør hevur verið sjónlig, hesum viðvíkjandi, sigur Rógvi.


Liðfelagar

Ein av spælarunum, ið plagar at leggja innfyri til Rógva Jacobsen í álopsstøðu er Jákup á Borg, og teir eru, sum kunnugt, liðfelagar í HB.

Spurdur um tað fer at mangla góð innlegg, sigur Rógvi at tað metir hann ikki, tí tað eru nógvir dugnaligir til at leggja innfyri til hann. Hann leggur afturat at hann er sera fegin um at Rókur av Fløtum Jespersen hevur fingið landsliðsboð