TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Benjamin Heinesen, sum skoraði eitt gott mál fyri B36, men sum ikki munaði tað stóra, hvørki fyri B36 ella føroyska roknskapin á UEFA Club Ranking yvirlitinum. Tí B36 tapti 1-2 ímóti Nommi Kalju í kvøld á ovara vølli í Gundadali og 2-4 samanlagt í Europa League undankappingini.
Benjamin Heinesen heldur, at B36 var betur enn Nommi Kalju í dystinum í Gundadali í kvøld. Hinvegin heldur hann, at estiska liðið var betur í tí fyrra dystinum yviri í Estlandi.
Fyri Benjamin Heinesen er tað eitt vónbrot, at B36 aftaná tvey góð lutakøst ár um ár, maltesiska Valetta í Champions League undankappingini í fjør, og Nommi Kalju í Europa League kappingini ikki hevur megnað at vunnið seg víðari.
- Vit fáa tað ikki at klikka í teimum evropeisku dystunum, staðfestir Benjamin Heinesen.