Málskjúttin

Sum match- og FM-vinnari var Fróði Benjaminsen sjálvandi í fokus, tá FM-brakið í Gundadali var av. Heilt ítøkiliga, so var tað málið hjá Fróða Benjaminsen, sum skilti partarnar, og sjálvur seði hann seg ikki ivast, tá bólturin datt fyri føtur hansara.
- Hasin skuldi bara inn. Tað ivaðist eg ikki í, so eg smekkaði bara til.
Tað var annars ein ordiligur niðurtúrur, sum tit fáa beint fyri steðgin?
- Vit trýstu teir heilt nógv, og vit skapa eisini einar tríggjar risa-møguleikar. So sjálvandi var tað súrt, at teir skuldu skora beint fyri steðgin.
Og hvat tosaðu tit so um í hálvleikinum?
- Vit vóru samdir um, at vit høvdu verið nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, so vit skuldu halda fast um tað sama. Sjálvandi máttu vit kanska satsa eitt sindur meir, men vit trúðu alla tíðina upp á møguleikan.
Og eftir eitt langt kappingarár. Er tað so rætti meistarin, sum nú stendur við gullinum?
- Ja, tað haldi eg. Eg haldi, at vit hava spælt væl í alt ár. Kanska hava vit ikki skorað so nógv, men vit hava verið støðugir, og vit hava arbeitt sera væl alla tíðina. Tað er kanska eitt sindur løgið, at eitt lið, sum er meistari, ikki hevur havt nakran lættan dyst, men vit hava stríðst av øllum alvi hvørjaferð, og tað hevur so givið úrslit, staðfesti gylti málskjúttin at enda.