Manshondbóltur
Tað kann nærum ikki rópast dystur, tá Kyndil og Tjaldur hittust sunnudagin. Til ein dyst krevst vanliga, at tveir partar stríðast, men sunnudagin var tað so bert annar parturin, sum hevði nakað upp á seg.
Kyndilsmenn snøgt sagt gjørdu, sum teimum lysti móti Tjaldri, og dysturin undirstrikaði kanska eisini, hvussu stór spæligleðin hjá teimum grønu er í løtuni, og í so máta er helst spell fyri teir, at kappingin nú er um at verða liðug.
Tað hevur hon í nógvar mátar verið hjá Tjaldri nú í skjótt nógvar vikur, og fyri teir flestu tykist tað bert vera soleiðis, at bíðað verður eftir summarfrítíðini. Undantøkini í so máta tykjast vera Dragisa Stojovic og Dejan Lecok. Dragisa verður toppskjútti í landskappingini í ár, og óváttað tíðindi vilja vera við, at fleiri feløg liggja framvið, so hann hevur helst sínar orsøkir til áhaldandi at royna skotstyrkina. Eisini sterki málverjin hjá Tjaldri sigst vera áhugaður í at skifta felag, og um so er, er spurningurin kanska, hvussu verður við hondbóltinum í Runavíkini. Verandi lið kann neyvan standa seg uttan útlendskan styrk, og tí eru einastu hyggjuráðini kanska at síggja burtur frá vaksnu røðunum, fyri síðani at savna alla megina um arbeiðið í yngru deildunum.
Dysturin í tølum
Kyndil-Tjaldur 46-29 (21-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Finnur Hansson 12(2), Ken Zachariasen 11, Rúni Mohr 5, Jacob Jónsson 4, Janus Einar Sørensen 4, Hans Áki Dal-Christiansen 4, Leif Mikkelsen 2, Høgni Klein 2, Lars L. Black 1(1), Gunnar Wardum 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 14, Tórhallur Thomsen 5(2), Ken Bærendsen 4, Zoran Sarcevic 3, Uni Højgaard 3
Brotskøst: Kyndil 5, Tjaldur 5
Útvísingar: Kyndil 2, Tjaldur 1
Dómarar úr Neistanum/H71: Kristian Johansen & Jákup Símun Simonsen.