Málríkt á Sandi

KÍ er á veg av Sandi við einum stigi. Úrslitið var 3-3, eftir at KÍ beinanvegin hevði lagt seg framum við tveimum málum, og eftir at B71 eina løtu var á odda 3-2.

Paul Clapson, sum eftir eitt korter noyddist skaddur av vøllinum, og Heðin á Lakjuni løgdu KÍ framum 1-0 og 2-0.

B71 fekk so við og við um endan, og Flavio minkaði um munin. B71 hevði møguleika at javna, tá ið B71 fekk brotsspark, men Meinhard Joensen bjargaði royndini hjá Eli Hentze.

Eftir steðgin javnaði B71 til 2-2 og stutta løtu seinni legði heimaliðið seg á odda. Í báðum førum var Símun hansen málskjútti.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði KÍ til 3-3. Eftir at Símun Rógvi Hansen hevði hálvbjargað stakk bólturin út til Erling Fles, sum var fyrstur á returinum og skoraði.