Ein málningur hjá franska listamanninum, Claude Monets, varð í gjár seldur á uppboðssølu í New York fyri 110,7 miljónir dollarar.
Hetta svarar til stívliga 737,2 miljónir krónur.
Talan er um málningin Hoysátur - ella Høstakker - og sagt verður, at prísurin er nýtt met hjá uppboðssøluhúsinum, Sotheby's.
Málningarøðin hjá Claude Monets, sum verður kallað "Meules" er frá 1890, skrivar NTB.











