Málningar sum halda ondini

Tað ræður um at tendra litirnar og skapa málningar, sum vilja sleppa út, heldur Tróndur Paturson, sum í løtuni hevur serframsýning í Stephanssons Húsi


Hvítkálkaðu grótveggirnir í Stephanssons Húsi tykjast næstan bara at hava bíðað eftir hesum málningunum hjá Tróndi Patursson, sum fylla rúmið í løtuni. Saman við málningunum geva veggirnir kenslu av skipaðum kaos onkursvegna, og eina løtu heldur alt rúmið ondini.

Eisini málingarnir tykjast at standa til at bresta. Serliga týðiligt er tað kanska hesuferð, at eyðkendu kalligrafilíkandi svørtu rípurnar hjá Tróndi Patursson virka sum rimar, sum villu náttúrukreftirnar standa og ruska í, tí tær vilja út. Sum áskoðari fært tú hug at hjálpa til og lata teg draga longur inn í málningin. 



Ongir proppar

Sermerkta spenningsspælið í málningunum hjá Tróndi Patursson hevur uttan iva okkurt við tað at gera, at hann ikki nýtir oljumáling. So sterkir teir enn kunnu tykjast, leggur oljan í oljumálningum seg uttan um litirnar á ein hátt, sum loka litirnar inni eins og proppur í eini fløsku.

Við tempra-málingini hjá Tróndi Patursson verða allir proppar og øll hylki tikin burtur. Afturfyri sleppur ljósið heilt inn í litirnar, sum mest sum verða sjálvlýsandi og naknir. Onki filtur er longur millum áskoðara og málning, sum tískil ikki longur er ein málingur av einum náttúrufyribrigdi men ein náttúrumegi í sær sjálvum. Tess sterkari verður eisini kenslan, tá hendan megin er við at spreinga tann karmin, ein málingur hóast alt altíð vil verða. 



Speglingar

Við á framsýningini hjá Tróndi Patursson hesuferð er eisini forritið til annan av málningunum, sum listamaðurin hevur gjørt til Føroyarúmið í Fólkatinginum. Heitið á málinginum er Lognbrá, og myndevnið er Hestur, sæð úr Trøllhøvda.

- Eg valdi hatta útsýnið, tí eg havi sæð tað alt mítt lív. Tí er tað eisini gliðið inn í dulminnið, har øll góð list sigst at koma frá. Ikki soleiðis at skilja, at eg ókritiskt havi slept myndevninum leyst á løriftið. Tvørturímóti er hesin málningurin sera tilvitað skipaður, sigur Tróndur Patursson, og sipar til serligu speglingarnar, sum eyðkenna myndina.

Hóast tú ikki ert í iva um, at hetta er Hestur, sum speglast í sjónum, ber ikki til at siga, hvar oyggin heldur uppat og speglingin byrjar. Ella øvut. Tað løgna er, at hesa speglingarnar verða verandi eitt elegant spæl, hóast tær logiskt áttu at enda sum ein fløkja. 



Tendra litirnar

Lidni málningurin í Føroyarúminum er fimm metur langur og ein metur høgur. Tað var tó ikki støddin, sum gav listamanninum trupulleikar, tá málningurin skuldi fáast at hóska inn í rúmið.

- Eg gjørdist eitt sindur ivasamur, tá eg sá, at alt rúmið er grasgrønt á liti. At seta marineblátt saman við sterkum grønum er høpisleyst, so har var ikki annað at gera, at at útnytta mátan, hesir báðir litirnir provokera hvønnannan, sigur Tróndur Patursson.

Úrslitið gjørdist tveir málningar, so tann blái liturin tilsamans fyllir ein triðjing av rúminum.

- Lutfallið millum tað bláa og tað grøna ger, at litirnir framvegis provokera og harvið tendra hvønnannan, uttan at tað verður til ein samanbrest, sum sker í eyguni, sigur Tróndur Patursson.