Málningaframsýning í Runavík á páskum

KFUM-skótarnir við Løkin í Runavík skipa fyri stórari málningaframsýning í Skúlanum við Løkin í Runavík á páskum.

Framsýningin letur upp páskadag - sunnudagin - klokkan 15, tá Høgni Hoydal flytur fram røðu. Aftaná syngja og spæla Jóna Olsen, Marita Joensen, Jákup Olsen og Hjalti Joensen.

Framsýningin er opin 1. og 2. páskadag frá klokkan 15-20, báðar dagarnar.

- Áhugin fyri at sýna fram hevur verið stórur, og eini 30 listafólk hava sýnt áhuga fyri tiltakinum. Sýningin er eitt gott høvið at síggja málningar hjá fleiri av okkara kendu og minni kendu listafólkum, sigur Kunningarstovan í Saltangará.

Lagt verður aftrat, at á framsýningini verður høvið at ogna sær málningar, og atgongumerkið verður eisini ein lutaseðil upp á ein málning.