Málningaframsýning í Gamla Handli í Saltangará

Tíðindaskriv

Í Mentanarvikuni í Runavík 23.  30. oktober letur Hilmar J. Højgaard úr Saltnesi upp eina málningaframsýning í Gamla Handlinum hjá Olivar.
Framsýningin letur upp sunnudagin 23. oktober kl. 17 og er opin hvønn dag til og við 30. oktober tá Mentanarvikan endar.
Listamaðurin, Hilmar J. Højgaard, hevur málað síðan 1975 og hevur sostatt drúgvar royndir sum listamaður. Umleið 20 acrylmálningar eru við á framsýningini. Fyri stuttum var Hilmar niðri á skúla og tí er framsýningin eitt sindur merkt av blandaðum stíli og nýggjum íblástri.