Málninga- og keramikkframsýning

Tíðindaskriv


Eyðna Davidsen Hestbæk úr Æðuvík og Henrik Hestbæk hava Málninga- og keramikkframsýning í Sjókaféini í Runavík
 
Eyðna er ættað úr Æðuvík og fór sum ung niður til Danmarkar á Listháskúla í Kerteminde har hon møtti Henriki, sum hon giftist við, og eiga tey tvær døtrar (10 og 13 ár). Tey eru bæði útbúgvin lærarar á Seminariet for kunsthåndværk og håndværk har høvuðsevnið hjá Eyðnu var maleri og beklædning og hjá Henrik keramik og metal/træ.
 
Eyðna hevur eisini gingið á Listaskúla í Odense og Silkeborg, umframt at hon hevur tikið ymisk skeið. Eyðna er listafólk burturav og hevur atalier í Fynshoved. Hon málar ekspressjonistiskt og avmyndar fyri tað mesta kvinnur. Íblásturin fái eg frá fólki eg møti  eitt andlitsbragd, ein kropsburður, eitt skjótt brá ið verður hangandi á nethinnuni sum síðani kemur fram á løriftinum. Eyðna málar akryl á lørift. Henrik hevur verkstað heima, har hann stoypir bronzu og rakubrennur leirlist. Harumframt undirvísir Henrik eisini á ymiskum skeiðum.
 
Eyðna og Henrik hava verið við á nógvum ymiskum framsýningum í Danmark. Tey eru m.a. við á fastari framsýning í Kunst Gården í Bogense og Galleri Nordskov umframt at tey hava verið við á fleiri skiftandi famsýningum. Hetta er tó fyrstu ferð, tey sýna fram í Føroyum. Ferniseringin týsdagin 4. juli var vælvitjað. Eyðna og Henrik eru á einum máli um, at stendur tað til tey, so er tað ikki fyrstu ferð tey sýna fram í Føroyum. Framsýningin í Sjókaféini er opin mán.-frí. kl.10-16 í tíðarskeiðinum 4.-12.juli. Sí meira á: www.eydna.dk og www.henrik-hestbaek.dk