Forvitnislig málningafram-sýning verður í hølinum hjá Føroya Banka í Klaksvík frá 10-18 oktober.
Tað er Høgni Thomsen í fer at sýna fram málningar í hølinum hjá Føroya Banka í Klaksvík.
Høvið verður at sýggja uml. 25 oljumálningar í allir eru málaðir í ár.
Hátturin í er nýttur til at mála myndirnar, minnir um háttin ein nýtir til vatnlits-myndir.
Litirnir verða lagdir á "vátt í vátt".
Amboðini í Høgni nýtir eru penslar og maliknívur.
Myndaevnini eru úr føroysku náttúrini so sum fossar, skip, brim o.a.
Myndirnar eru allar í ramma, tilreiðar at hanga á veggin.
Opið er mánadag til fríggjadag fra kl. 14.00-16.00 Hósdag til kl. 18.00.
Myndirnar síggjast eisini í sýnisglugganum við vegin.
Eisini ber til at síggja myndirnar á heimasíðuni heima.olivant.fo/~hthomsen