Málmtónar og poptónleikur í Havn í kvøld

Í kvøld er fjølbroyttur tónleikur á skránni í høvuðsstaðnum. 

 

 

Í sjónleikarhúsinum er Wacken Metal Battle á skránni, har bólkar skulu dystast um heiður at vinna og harvið tryggja sær pláss á sjálvum Wacken festivalinum í Týsklandi. 

 

 

Eina aðrastaðni í Havn - nevniliga í Høllini á Hálsi - eru kærleikballadur og popptónleikur á skránni frá bretska Boyzlife - sum er ein samanrenning millum kendu bólkarnir Westlife og Boyzone.

 

 

Haraftrat framføra Danny and the Veetos, sum vunnu fleiri heiðurslønir á ársins FMA, og Kim Hansen, sum somuleiðis eigur nógvar framúr poppsangir, byrjar konsertina á Hálsi í kvøld.