Alsamt fleiri tjóðir verða umboðaðar í føroysku fótbóltskappingini. Higartil hava spælarar úr Jugoslavia, Brasilia, Póllandi, Bulgaria og Onglandi roynt seg saman við føroyingum í 1. deild, og í næstum fara vit eisini at síggja ein málmann úr Ungarn verja búrið hjá B36.
Egin Høgnesen, sum hevur verið ein tryggur aftasti skansi hjá teimum hvítu og svørtu úr Havnini seinastu árini, hevur einki spælt í ár, tí hann er skaddur. Tróndur Vatnhamar og Poul N. Joensen hava vart málið hjá B36, men hóast báðir hava staðið seg væl, eru teir báðir ungir og hava ikki neyðugu royndirnar til 1. deildarfótbólt.
B36 hevur tí seinastu vikurnar arbeitt við at fáa ein nýggjan málmann, og í gjár visti formaðurin Kristjan á Neystabø at siga, at felagið hevur gjørt avtalu við 25 ára gamla ungarska málverjan Janos Timar.
Kristjan á Neystabø leggur dent á, at felagið als ikki er ónøgt við teir báðar, sum hava vart málið hjá B36 higartil í ár, og hann vísir á, at teir hava staðið seg væl. Einasti trupulleikin er, at teir báðir eru heldur ungir. Annar er málverji hjá unglingunum, og hin hjá dreingjunum, so tað merkist eisini niðureftir, tá teir verða tiknir upp á 1. deild. Og fyri eitt lið við meistaraambitiónum er alneyðugt at hava ein tryggan mann í málinum.
? Vit hava verið í eini truplari støðu, tí Egin, sum er ein av spælarunum, sum hevur havt størstan týdning fyri framgongdina hjá 1. deildarliðnum seinastu árini, hevur verið skaddur, og eingin hevur kunnað sagt við vissu, hvussu álvarsligur skaðin er, sigur Kristjan á Neystabø.
? Hetta og tað, at hinir báðir málmenninir eru í yngra lagi, hevur noytt okkum at leita eftir málmanni aðrastaðni.
Eykamálverji í Champions League
Janos Timar skuldi koma til landið í gjár, og hann verður við í morgin, tá B36 spælir móti VB í Vági ? antin millum stengurnar ella á beinkinum.
Hesin málmaðurin man ikki vera hvør sum helst, tí hann var við í hópinum hjá ungarska liðnum Ferencvaros, tá hetta var í Champions League fyri nøkrum árum síðani. Síðani hevur hann spælt við liðnum Besenytelek, áðrenn hann nú kemur til B36.
? Hetta bleiv ein rættiliga bráðfeingis trupulleiki, tí reglarnar siga jú, at útlendskir spælarar skulu vera skrásettir áðrenn 1. mai, sigur Kristjan á Neystabø.
? Vit hava leitað leingi og víða um, og vit ivast ikki í, at hesin maðurin hevur tað sum krevst, sigur B36-formaðurin og vísir enn einaferð á, at felagið als ikki er ónøgt við teir báðar málmenninar, sum hava vart B36-málið higartil.
Tað er fyrst og fremst av »trygdarávum«, at felagið hevur sent boð eftir ungarska málmanninum, tí tað ikki ber til at siga, hvussu umfatandi skaðin hjá Egini Høgnesen er. Og málmansspurningurin skuldi altso loysast áðrenn 1. mai.
B36 verður fjórða felagið í 1. deild, sum hevur útlendskan málverja í hópinum. Hini eru B71, KÍ og NSÍ.