Kenny Dalglish stóð fyri fyrstu ferð nakrantíð á odda fyri einum Liverpool liðið í Evropa, tá teir í kvøld spældu málleysan javnleik í Prag. Hóast Kenny Dalglish fleiri ferðir í 80?inum førdi Liverpool til gull í heimligu kappingini, so slapp hann ongantíð at luttaka í Evropa. Liverpool var eftir Heysel vanlukkuna í 1985 útihýst frá øllum evropskum kappingum. Tí var tað ein søguligur dystur fyri Liverpool og Kenny Dalglish í kvøld.
Dysturin sjalvur fer undir ongum umstøðum í søgubøkurnar fyri spæl og spenning. Liverpool hevði bóltin fyri tað mesta á egnari hálvu, men skapti at kalla ongar vandastøður í hinum endanum. Sparta Prag vóru í løtu vandamiklir og einar tvær ferðir var nær við. Men sigandi fyri dystin, so kom einki mál. Retur dysturin verður um eina viku.
Undan dystinum var nógv tosað um tann bara 16-ára gamla Raheem Sterling, ið kundi seta met sum yngsti leikarin nakratíð fyri Liverpool, um hann kom á vøllin. Hann var ikki millum teir útvaldu á dómaraseðlinum.
Evropa League 1/16 finalur, útvald úrslit:
Anderlecht -Ajax 0-3
Benfica - Stuttgart 2-1
Rangers - Sporting 1-1
Sevilla - Porto 1-2
Sparta Prag ? Liverpool 0-0










