Málleyst og vónleyst

Hallur Hansson offur í høpileysum botndysti

AC Horsens og OB spældu í dag fyrsta dystin í nýggja endaspælinum í Superliguni. Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, meðan Jóan Símun Edmundsson ikki er tøkur enn vegna albogan hann fekk á nøsina móti Andorra.

 

Les eisini: Tvær føroyingauppgerðir

 

Dysturin endaði málleysur og tað var eisini fult í tráð við høpileysa spælið í dystinum. AC Horsens tók ongar møguleikar á bóltinum, meðan OB bara var komið fyri at verja stigið, sum teir høvdu við dystarbyrjan.

 

Hallur Hansson spældi á vinstra vongi, men tað er hugvekjandi hvussu sjáldan teir gulu spæla bóltin upp ígjøgnum vinstru síðu. Spæliætlanin tykist verða, at liðið skal leypa á í høgru síðu, meðan vinstra síðan stendur til pynt.

 

Hetta var ikki torført fyri Kent Nielsen og OB at lesa av. Uttan Jóan Símun Edmundsson, ið skal venja seg við at spæla við masku komandi tíðina, hevði OB einki tað stóra at bjóða í álopinum.

 

Donsku frásøgumenninir hildu fyri, at tað var nakað lítið av áskoðarum, hóast studentar kundu kom inn fyri 20 krónur. Tað er nú ikki so løgið, tá hugsað verður um undirhaldsvirðið í dystinum. Einasta ljóspunktið fyri okkum føroyingar er, at Hallur Hansson spældi allan dystin.