Newcastle spældi í gjár málleysan javnleik á heimavølli móti Portsmouth. Stórt trýst er á Newcastle, og tað bøtti ikki um støðuna, at bæði Michael Owen og Obafemi Martins misnýttu stórar møguleikar í dystinum í gjár. Nú fýra dystir eru eftir at spæla, er Newcastle trý stig aftan fyri Hull, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Komandi dystirnar spældi Newcastle móti Liverpool (ú), Middlesbrough (h), Fulham (h) og Aston Villa (ú).