Málleyst millum Ronaldo og Drogba

HM í Suðurafrika hevur ikki bjóða uppá tey nógvu málini og flotandi álopsspæl higartil, men fleiri høvdu vóna, at tað broyttist í dag, tá Portugal og Fílabeinsstrondin hittust.

 

Superstjørnan hjá Portugal, Cristiano Ronaldo, royndi seg í fyrra hálvleiki við drøn skoti, men bólturin brast í stongina. Annars vóru ikki teir nógvu stóru málmøguleikarnir.

 

Seinasta hálva tíman setti Sven-Goran Eriksson Chelsea framherjan, Didier Drogba á vøllin. Hann fekk fyrr í dag grønt ljós frá FIFA, at spæla við einum skinnara um albogan. Stutt fyri dystarenda var hann um reppi at leggja Fílabeinsstrondina á odda, men valdi heldur at spla tvørtur um í góðari støðu, men ongin var við honum.

 

Ein dystur verður í Bólki G í kvøld, tá Brasilia tekur ímóti Norðurkorea.