Málleyst í Klaksvík

Fótbóltur: Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við at fáa javnleik í fyrsta dystinum á árinum

 

2. deild


Tað regnaði illa í Klaksvík, tá hol skuldi setast á landskappingina í 2. deild leygardagin. Tvørámenn vóru komnir langa teinin til Klaksvíkar, og hóast teir stríddust væl í regninum, fingu teir bert eitt stig við sær.

Fortreytirnar hjá liðunum báðum vóru ymiskar undan dystinum. TB hevur verið við í bólkaspælinum í steypakappingini, og har hava teir fingið dystavenjing ímóti sterkum liðum. KÍ hevur hinvegin spælt tveir venjingardystir, so fyrireikingarnar hava ikki verið tað somu.

Tó kláraðu teir á heimaliðnum væl at fylgja við í dystinum, hóast tað í síðsta partinum av dystinum stóð á nakrar ferðir.

Í fyrra hálvleiki gekk javnt á. TB-verjan, har Magni Petersen stýrdi væl, hevði sum oftast taka á støðuni, og sama var skilið í hinum endanum, har Sámal Eyðfinn Poulsen var millum teir stinnastu.


Lítið spæl

Á miðvøllinum var ofta talan um nærdystir og leysar bóltar, og bæði liðini høvdu ilt við at fáa veruligt samanspæl at ganga tvørturum og fram eftir vøllinum.

Í løtum vóru glottar, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu at spæla undir. Tað regnaði alla tíðina, og vindurin gjørdi eisini stundum um seg.

Í seinna hálvleiki hevði TB munin, og einar tvær ferðir vóru teir nær við at fáa mál. Hetta var í seinasta partinum av dystinum, tá gestirnir royndu at fáa avgerandi málið.

Einu ferðina stútaði púra einsamallur TB?ari fram við KÍ-málinum úr stuttari frástøðu, og fleiri ferðir stóð nógv á í KÍ-brotsteiginum. Finn Baldvinsson bjargaði stutt fyri leiklok á strikuni, og tá dómarin bríkslaði dystin av, vóru tað ivaleyst klaksvíkingar, sum vóru betri nøgdir við úrslitið.

TB er millum sterkastu liðini í 2. deild, og tí má dysturin leygardagin metast at vera gott úrslit hjá KÍ, nú tá liðini hava havt so ymiskar fortreytir undan kappingini.