Í dýrdarveðrinum í Gundadali í kvøld hava B36 og HB spælt fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.
Leingi var tað rættuliga dovisligt og ikki serliga væl skipað. B36 misti liðformannin, Klæmint Matras, miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini sá reytt.
Síðstu løtuna trýsti HB, men teir í B36 lúrdu í vandamiklum snarálopum.
Í yvirtíðini smekkaði Poul Thomas Dam hjá HB úr 23 metra fjarstøðu og upp undir tvørtræið. Bólturin stakk í svørðin og fór aftur í spæl, og nú er púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður 12. mai.
Finalan verður í Gundadali sunnudagin 15. juni.










