Fyrsta hálvfinalan í Champions League kappingini hevur í kvøld verið spæld. Dysturin var á Etihad Stadium í Manchester, har Manchester City tók ímóti spanska stórfelagnum Real Madrid.
Undan dystinum var mett at bert Manchester City leikarin, Yaya Touré, fór at missa dystin orsakað av skaða, men so var ikki.
Størsta stjørnan á liðnum hjá Real Madrid, Cristiano Ronaldo, mátti eisini sita uttanfyri í kvøld við skaða, eins og Real Madrid áleyparin, Karim Benzema, eisini mátti.
Um tað var hetta sum gjørdi at Real Madrid ikki fekk mál, skal vera ósagt, men dysturin endaði við einum málleysum 0-0 javnleiki.
Hóast Manchester City ikki skapti teir stóru málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, tóktust teir at vera omaná tá, og ímóti endanum av seinna hálvleiki hevði Real Madrid einstakar naskar støður. Serliga í tí eina førinum bjargaði Joe Hart meistarliga aftaná eitt hornaspark.
Alt stendur sostatt púra opið til seinnu hálvfinaluna sum verður leikt á Bernabeu leikvøllinum í Madrid um eina viku.
Megnar Manchester City at skora á útivølli móti Real Madrid, kann brekkan gerast brøtt hjá heimaliðnum.
Manchester City – Real Madrid 0-0 (0-0)










