Málleys botnuppgerð

Tvey reyð kort og eitt misnýtt brotsspark syrgdu fyri dramatikkinum í Sørvági, men í aðrar mátar var talan um sera linliga uppgerð mikukvøldið

Fótbóltur

 

Søgan hjá 07 Vesturi hevur í mangar mátar verið tann, sum hon so ofta er hjá einum botnliði. Marginalar vilja ikki altíð fylgja við, og hóast spælið til tíðir hevur verið til fleiri stig, so er úrtøkan enn av slíkum slag, at liðið er plaserað aftast í deildini.

Og dysturin mikukvøldið var einki undantak.

Fyrri hálvleikur var ikki meira enn hálvrunnin, tá fyrsti skaðin hendi. Talan hevði ikki verið um nakran serliga hart spældan ella dramatiskan dyst, men tá Ragnar Niclasen í hevnisøku sparkaði eftir Jobin Drangastein, gav hann bert eittans val til Dagfinn Olsen, sum dróg ostaskorpuna úr reyvalummanum.

Men hóast teir nú vóru í undirtali, so hildu vágamenn á fram at spæla. Úrslit fingu teir eisini lítla løtu seinni, tá Tór-Ingar Akselsen varð sendir avstað. Hann spurtaði framvið Janusi M. Joensen, og fór so umkoll, eftir at bólturin eisini varð prikaður fram við Tórða Thomsen, sum var komin út í brotsteigarhornið.

Brotsspark til 07 Vestur, og tað plagar ikki at vera ein møguleiki, sum superveteranurin á liðnum, Jens Erik Rasmussen, misnýtir.

Men tað gjørdi hann hesaferð. Tórður gitti rætt, og tveitti seg í fullari longd til vinstru, soleiðis at hann fekk vart fyri bleyta skotinum frá Jens Eriki.

 

Linligir argjamenn

At teir bara vóru tíggju, skerdi sjálvandi vágamenn, men hetta gav samstundis eisini eina fatan av, hvussu stórar trupulleikar AB hevur við at fáa spælið at koyra í løtuni.

Fyrst og fremst, so megnaðu argjamenn sjáldan at vera kompaktir í verjupartinum. Tað gav gott pláss í borðunum, har Tór-Ingar Akselsen, Ricardo og seinni Hendrik Rubeksen í nógvum førum fingu gott pláss at senda innlegg innfyri.

Og spælið fram eftir vøllinum undirstrikaði eisini, hví AB ikki hevur skorað seinastu fýra dystirnar.

Fleiri av mongu stigunum, sum AB vann sær fyrstu tíggju dystirnar, komu eftir skjótar bóltvinningar á miðvøllinum, har bólturin síðani varð sendur aftur um mótstøðuverjuna. Í dag mugu argjamenn sanna, at tað er ein himmalvíður munur á at spæla djúpt aftur um bakkarnar ella at spæla langt og høgt móti miðverjuni. Tað er hetta seinasta, sum teir í alt ov stóran mun hava gjørt seinastu dystirnar, og tí hava teir serstakliga trupult við at skapa veruligar møguleikar.

Tann størsta hesaferð fingu teir, tá misskiljing millum Milan Pejcic og Trygva Askham bar við sær, at málið eina løtu stóð púrasta opið, men tá var heimaverjan fyrst á og ruddaði.

 

Eingir sigrar uttan mál

Seinastu løtuna av dystinum spældi AB eisini við 10 monnum, tá Jobin Drangasten fekk sítt næsta gula kort.

Tað bar við sær, at AB ikki veruliga fekk lagt trýst á hesa løtuna, og hóast heimaliðið royndi at fáa ferð á, so var krútið heilt sjónliga uppi aftan á at hava spælt í undirtali í trý korter.

Tí endaði tað við einum javnleiki, sum kanska ikki var heilt av leið, tá hugsað verður um spælið. Men við einum misnýttum brotssparki høvdu vágamenn alla orsøk at iðra seg. Ikki minst tá úrslitið í Klaksvík gav teimum gyltan møguleika at toga seg heilt nær niðara partinum av niðurflytingarstrikuni.

Tað gera argjamenn helst eisini, og mest av øllum munnu teir fegnast um stigini, sum longu eru komin. Niðurflytingarvandin hevur tó hug at blása teir í nakkan nú, og fýra dystir á rað uttan mál er ikki júst tað, sum styrkir um sjálvsálitið og spæligleðina í slíkum føri.