Málkongurin er vaknaður

Brasilianski skarprættarin, Clayton Soares, hevði spælt átta dystir uttan at skjóta mál, tá fuglfirðingar fóru í Gundadal. Tað er longsti málturkurin, sum framherjin nakrantíð hevur runnið seg í, meðan hann hevur spælt í føroysku kappingini. Men ein neisti tendraðist í málskjótini í grimdarregninum hesaferð

33 ára gamli Clayton Soares hevur verið millum bestu álopsspælararnar í føroysku kappingini seinastu 10 árini. Hóast máltev sum fáur, hevur langlimaði framherjin bara skotið mál fyri 07 Vestur og B71, sum hava runnið millum fremstu og næstbestu deildina við honum á liðnum. Hóast fyrispurningar og áhuga frá øðrum feløgum hevur tað eftir øllum at døma ikki verið lokkandi fyri skarprættaran. Hann treivst, har hann var. Og tó. Í vetur skrivaði hann undir avtalu við ÍF, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið. Eitt felag, sum ætlar sær at spæla evropeiskan fótbólt í 2013. Tað er størsta avbjóðingin hjá honum higartil.
Clayton Soares skjeyt 15 mál fyri 07 Vestur, sum var niðurflytari í fjør. Fuglfirðingar mettu seg eisini hava gjørt kvettið, tá teir boðaðu frá, at brasilumaðurin fór at spæla við teimum í ár. ÍF brynjaði seg til fótbóltsárið við nýggjum venjara og fýra spælarum, sum ætlandi skuldu slóða fyri í royndini at røkka heiðursmerkjaplássi.
Flemming Christensen, venjari, hevur kortini brúkt Clayton Soares sum innskiftara í fleiri dystum. Átta ferðir hevði framherjin verið á vøllinum uttan at skjóta mál. Hesaferð fekk hann kjansin frá byrjan, og málkongurin tók av við manér. Hann skjeyt trý mál og legði upp til tað fjórða, tá fuglfirðingar hildu HB fyri gjøldur í Gundadali.

HB var tannleyst
HB varð framvegis ósigrað í landskappingini, tá Rúni Gaardbo blásti í floytuna fyri fyrstu ferð í Gundadali. Gott og væl 120 minuttir seinni høvdu Sigfríður Clementsen og hinir fingið ein slíkan lúsing, teir ikki eru vanir við á heimavølli.
ÍF vann 4-1. Heimaliðið var tannleyst í nógva áarførinum, men annars frálíku fótbóltslíkindunum, har spælið var lítið skipað við nógum óneyðugum mistøkum. Clayton Soares og Jan Ó. Ellingsgaard skutu gestirnar úr Fuglafirði á sigurskós fyri steðgin, og tá HB royndi at svara aftur í seinna umfari við at flyta liðið nakrar metrar fram á vøllin, fekk ÍF gott pláss at spæla á. Clayton Soares var tvær ferðir á blettinum, áðrenn Hallur Hansson minkaði um munin.
Fuglfirðingar fegnast um, at brasiliumaðurin loksins er komin á máltalvuna.
- Tveir skaraðu framúr. Høgni Madsen á miðvøllinum, sum bæði arbeiddi sum stýrimaður og uppruddari. Hin stórspælarin var Clayton Soares, sum veruliga vísti seg, sum vit kenna hann – sum málskjútta og ikki minst við góðum bóltførleika og avleveringum í álopsspælarinum, skrivar ÍF á sínari heimasíðu.
Hetta var eisini aðru ferð upp í slag, at sigursvanda HB hevur tapt 1-4. Úrslitið varð tað sama, tá teir reyðu og svørtu vitjaðu við Margáir í steypakappingini síðsta mikudag.

Kósin móti Evropa
Flemming Christensen hevur ikki dult fyri fjølmiðlunum, at teir miða eftir at spæla evropeiskan fótbólt í 2013. Tað hevur hann sagt í fleiri førum. Fuglfirðingar hava eisini heiðursmerkjapláss í eygsjón. Trivaligi sigurin í Gundadali ber við sær, at tað eru nú bara tvey stig, sum skilir ÍF frá bronsuplássinum.
Ein trupulleiki hjá ÍF higartil hevur verið, at uppløgdu møguleikarnir hava ikki verið gagnnýttir í nóg stóran mun. Nú hevur Clayton Soares skotið síni fyrstu mál í hesum kappingarárinum. Um framherjin verður eins naskur framman fyri málinum næstu vikurnar, so fara fuglfirðingar heilt vist at hava virknan lut millum fremstu liðini.

Clayton verið drúgvur
Clayton Soares var 23 ár og visti einki um Føroyar, tá hann lendi í Vágum í 2002. Hann fór av landinum sum ein profilur í 2009, tá álopsspælarin, sum hevur gylta eginleikan at renna seg í røttu støðuna í røttu tíð, hevði skotið eina rúgvu av málum fyri FS Vágar og B71. Hann kom aftur til Føroya í fjør, tá hann gjørdi avtalu við 07 Vestur.
Clayton Soares hevur nú spælt 102 dystir í bestu føroysku fótbóltskappingini og skotið 42 mál. Í næstbestu deildini er úrtøkan óvanliga høg. Har hevur 33 ára gamli framherjin skotið 91 mál í 92 dystum.