Máliskur

“At bana vegin fyri”, “tað gong­ur niður at bakka” og “um tú gert tað, so standi eg av,” – slíkar danskar mál­isk­ur hoyrast javnan. Her má mælast til at nýta føroysku mál­isk­ur­nar “at slóða fyri”, “tað gongur aftur á hond­ina” og “um tú gert tað, so eri eg ikki við longur.”

Nógvar aðrar óføroyskar mál­isk­ur eru javnan at hoyra, t.d. “at taka hædd fyri”; her er føroyska orð­ing­in: “at leggja upp fyri.” Eitt annað dømi er: “at koma til botns í”; her má mælast til at siga “at lýsa út í æsir.“

Ofta hoyrist óføroyska orð­ingin “at skjóta einum (eitt­hvørt) í skógv­arn­ar”; her er før­oyska orðingin “at kasta einum (eitthvørt) fyri.” Og “at skjóta í gongd” nevn­ist “at seta sjøtul á.” Javnan hoyr­ist “nú má bera ella bresta”; føroyska orðingin er “nú má røkka ella støkka.” Ein onnur orðing, ið er tik­in beint úr donskum, er “sla­g­ets gang”, t.d. nú er at fylgja við, hvussu “slagets gang” verður. Her er rætta orð­ing­in “at fylgja við, hvussu leik­ur fer.” Í einum loftmiðli segði ein vertur herfyri: “so tað bask­ar”; her er føroyska orð­ing­in “so tað stendur eft­ir(í).”

Eitt, ið t.d. politikarar javn­an hava fyri munni, er “tú skalt ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin”; før­oysk­a orðtakið, ið svar­ar til hetta útlendska, er “eing­in skal kanna sær bitan, fyrr enn hann er svølgdur.”

Vert er at hava í huga, at tá ið tað snýr seg um mynd­a­mál og máliskur, skulu vit nýta tað, ið er er sprottið úr heim­l­ig­um jørðildi.