Jógvan Arge, býráðslimur mælir býráðnum til at seta oljuráðleggingarnevnd, um olja verður funnin
Oljuráðlegging
Nú oljuvinnan nærkast hevur býráðslimurin, Jógvan Arge (tjóðvfl.) mælt Jan Christiansen, borgarstjóra til at seta eina oljuráleggingarnevnd. Í brævi til borgarstóran mælir Jógvan Arge býráðnum til at samtykkja at seta eina oljuráðleggingarnevnd fyri Tórshavnar Kommunu.
Setningurin hjá nevndini skal vera at útgreina ta gongd og tann tørv, sum verður í Tórshavnar Kommunu, um olja verður funnin undir Føroyum.
-Vit vita, at kemur oljuvinnan í gongd í Føroyum, fer hetta at fáa stórt árin á lívið á landi. Væntast kann, at væl av fólki flytur higar, og meginparturin fer at seta seg niður í Havn ella í Tórshavnar Kommunu. Higar verður eisini størri ferðsla, bæði sjóvegis, yvir land og loftvegis skrivar Jógvan Arge og heldur fram:
-Hetta fer aftur at leggja trýst á Havnina og fer at krevja bústaðarmøguleikar, barnagarðar, vøggustovur, skúlar, gistingarmøguleikar, ráðstevnumøguleikar, matstovumøguleikar, stuttleikamøguleikar, havnarmøguleikar o.m.a.
Tað er í tøkum tíma hjá Tórshavnar Kommunu at seta eina tílíka útreiðing í verk. Til tess at stíla fyri útgreiningararbeiðnum eigur Tórshavnar Býráð at samtykkja at seta eina oljuráðleggingarnevnd við politikarum og embætisfólkum, sum aftrat sær fær fólk burtur av at taka sær av praktiskum málum.
Jógvan Arge sigur víðari, at býráðið skal gera arbeiðssetningin hjá ráðleggingarnevndini og játta pening til arbeiðið, ið má setast í verk beinanvegin.
Ráðleggingarnevndin eigur at hava møguleika at fáa sær serkøna hjálp á teimum økjum, har tað er neyðugt. Miðað eigur at verða eftir, at fyrstu tilmælini ella ávegis tilmæli frá nevndini verða tøk í hesum ári.
Skotið verður upp, at hetta mál verður sett á dagsskránna hjá Tórshavnar Býráð á fyrstkomandi býráðsfundi. Krevst nevndarviðgerð fyrst, verður mælt til, at málið verður beint til viðgerðar í nevndum, sum eru relevantar.
-Tað er umráðandi hjá Tórshavnar Kommunu at vera til reiðar at taka ímóti oljuvinnu. Tá kann væl fáast burturúr. Eru vit ikki til reiðar, kann skaðin vera óbøtandi fyri býin og fólkið, sum her býr sigur Jógvan Arge, býráðslimur í viðmerkingunum til uppskotið.