Justinus Leivsson Eidesgaard
Býráðslimir í Havn fáa skriv frá útlendingum, sum harmast, at føroyingar halda fram við grindadrápi.
Í einum telduposti til Elin Lindenskov, býráðslim í Havn, skrivar hálendingurin Cor van de Water, at føroyingar skuldu heldur skipað fyri grindasafari, har ferðafólk kundu uppliva ríka djóralívið við Føroyar, heldur enn at vit á barbariskan hátt týna hetta.
Cor van de Water skrivar, at vanliga so hevur hann vrðing fyri, at fólk eru ymisk og at tey liva ymiskt. Øll hava sín hátt at halda sær á gamni, alt eftir hvørju mentan tey koma frá.
"Men eg kann ikki góðtaka, at djór verða tortureraði bara fyri at fólk skulu hava tað stuttligt. Tit eiga mína virðing, um tit finna ein annan hátt at stuttleika tykkum.
Hann mælir til, at føroyska ferðavinnan heldur fer at gera nakað burturúr grindahvalinum, soleiðis at ferðafólk kunnu njóta hann livandi. Her er peningur at vinna.










