Mælir til fiskidagamarknað

Landsstevna Javnaðarfloksins mælir í samtykt síni til, at ein fiskidagamarknaður verður settur á stovn at umsita fiskidagar og rættindi

Verandi fiskidagaskipan verður misnýtt og má broytast.

Hetta vóru fólk samd um á landsstevnu Javnaðarfloksins um vikuskiftið.

Tí samtykti landsstevnan at mótmæla, at fiskirættindi og fiskidagar eru vorðin handilsvøra hjá nøkrum fáum at ríka seg upp av.

Landsstevnan mælir í fundarsamtyktini til at broyta fiskidagaskipanina og seta á stovn ein fiskidagamarknað at umsita fiskidagar.

Hetta, heldur Javnaðarflokkurin, hevði møguleikunum hjá nýggjum fólki at sleppa uppí fiskivinnuna.

Flokkurin heldur nevniliga, at verandi skipan forðar nýggjum fólkum at koma upp í skipanina. Hetta orsakað av spekulatión og handli við fiskirættindum.