Mælir til embætismannastjórn

Í einari seinastu roynd at sleppa undan nývali hevur grikski forsetin, Carolos Papoulias, nú skotið upp at skipa eina stjórn, sum skal mannast við embætismonnum ístaðin fyri politikarum.

Forsetin kunnaði seinnapartin formenninar í sosialistaflokkinum Pasok, konservativa flokkinum Nýtt Demokrati og tí vinstrasinnaða flokkinum Demokratiskt Vinstra um ætlan sína, og hann hevur boðsent teimum trimum til fund aftur á middegi í morgin. Tann víðgongdi vinstraflokkurin Syriza hevur eisini fingið fundarboð frá forsetanum, men tað hevur tann sera víðgongdi høgraflokkurin Gyltur Morgun ikki fingið.

Skuldi tað hent, at forsetin og teir politisku formenninir semjast um at skipa eina embætismannastjórn, so verður Grikkaland ikki tað fyrsta landið í Suðurevropa, sum roynir ta loysnina, tí Italia fekk eina tílíka stjórn seinasta heyst.