Mælir til at SEV fær ein meira tíðarhóskandi leiðslubygnað

- Ætlanin er ikki á nakran hátt at taka kommunurnar av ræði. Talan er bert um at seta eina nevnd at gera eitt tilmæli. Eftir at nevndin hevur gjørt sítt arbeiði, verður tað upp til kommunurnar ígjøgnum SEV ella avvarðandi landsstýrismann gjøgnum lóggávu at taka næstu stigini, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður

SEV

Sjálvstýrisflokkurin hevur nú skotið upp, at løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin saman við kommununum setir eina nevnd at kanna fyrimunir og vansar við at skipa SEV frá kommunalum felagsskapi til partafelag.
- Hetta verður gjørt, nú greitt er, at leiðslubygnaðurin í SEV er ótíðarhóskandi, sigur flokkurin.
Skotið verður upp, at nevndin verður mannað við einum umboði fyri hvønn flokk á tingi, einum umboði fyri Føroya Kommunufelag, einum fyri Kommunusamskipan Føroya, tveimum umboðum fyri stýrið fyri SEV og fýra umboðum fyri umboðsráðið hjá SEV.
Flokkurin skjýtir eisini upp, at landsstýrismaðurin velir formannin, og at nevndin sjálv velir næstformannin.

Arbeiðssetningur
Sjálvstýrisflokkurin skjýtir upp, at landsstýrismaðurin í vinnumálum í seinasta lagi 1. apríl 2007 fær frágreiðing handaða um møguleikarnar at umskipa SEV til partafelag og um á hvønn hátt hetta kann gerast.
- Kannast skal, á hvønn hátt umskipanin kann fara fram, hvønn ognarlut einstøku kommunurnar eiga at fáa, hvussu lokala brúkaraumboðanin kann varðveitast gjøgnum umboðsráðið, atlit til viðkomandi lóggávu og landsmyndugleikar. Nevndin skal eisini kanna avleiðingar fyri brúkaran, umhvørvi og veitingartrygd.
Flokkurin heldur, at nevndin eisini eigur at útgreina fyritreytirnar fyri framhaldandi konsessión til SEV.

Viðmerkingar
Uppskotsstillarin, sum er Kári P. Højgaard, heldur, at SEV við eini umskiping kann fáa ein meira hóskandi og vanligan leiðslubygnað, har hvør einstøk kommuna kann gera av, um hon framhaldandi vil binda pening í elframleiðslu ella, um hon heldur vil selja partabrøvini og í staðin gera íløgur í aðrar tænastur til sínar borgarar.
- Ætlanin er ikki á nakran hátt at taka kommunurnar av ræði. Talan er bert um at seta eina nevnd at gera eitt tilmæli. Eftir at nevndin hevur gjørt sítt arbeiði, verður tað upp til kommunurnar ígjøgnum SEV ella avvarðandi landsstýrismann gjøgnum lóggávu at taka næstu stigini, sigur løgtingsmaðurin.

Kommunalur meiriluti
Kári heldur, at undir øllum umstøðum fáa kommurnar høvi til at úttala seg, bæði í sambandi við nevndararbeiði og tey møguligu stig, ið tikin verða, eftir at nevndararbeiðið er liðugt.
- Eisini er greitt, at kommunurnar hava grundlógartryggjaðan ognarrætt til SEV, og tað tí undir ongum umstøðum verður talan um annað enn at umhugsa umskipan av ognini hjá kommununum frá íognarfelag til partafelag.
Uppskotsstillarin vísir á, at kommunurnar sambært uppskotinum eisini koma at hava meirilutan í nevndini við 8 av 14 limum

Einskiljing
Kári P. Højgaard vísir annars á, at nógvir kommunustýrislimir í seinastuni hava sett spurnartekin við, um tað framhaldandi eigur at verða ein kommunal uppgáva at veita el-orku til alt virksemi í landinum.
- Í hesum einskiljingartíðum er lítið at ivast í, at SEV uttan iva hevði havt betri møguleikar at røkt sítt virksemi, um felagskapurin varð einskildur.
Hann sigur, at nógvar landsuppgávur verða lagdar út á kommunurnar, tí ásannað verður, at hesar best verða røktar í nærumhvørvinum.
- Hetta setur stór fíggjarlig krøv til kommunurnar, og tað eru alt fleiri, sum ásanna, at uppgávurnar eru so krevjandi, at kommunur hava valt at leggja saman í størri eindir.
Kári Højgaard vísir á, at nógvir kommunalpolitikarar eru av tí áskoðan, at kundu teir selt sín part í SEV, høvdu teir havt meira pening til at røkt aðrar kommunalar uppgávur, eitt nú til útstykking, skúlaverk, barnaansing og annað.