Tað sigur havnarmaðurin Vagnur Michelsen í viðmerking á hvannrok.fo til greinarnar á in.fo seinastu dagarnar um ætlanir hjá býráðslimum í Havn at lata fólk sleppa at byggja íbúðir oman á neyst við sjóvarmálan í kommununi.
Tað var Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, sum nevndi hetta í grein á in.fo um dagarnar. Hann segði, at hann fór at leggja málið fyri býráðið, nú býráðsarbeiðið byrjar aftur. Síðani vísti Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi á, at Bogi Andreasen hevði misskilt málið, tí tað var í gongd í býráðnum. Og Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, vísti á, at Bogi Andreasen hevði atkvøtt ímóti ein slíkum máli í 2017.
Men sum skilst arbeiða býráðslimir seriøst við hesum málinum, um at fólk, sum eiga neyst, skulu sleppa at byggja íbúðir á neystaloftinum.
Men Vagnur Michelsen er als ikki samdur við teimum:
– Vit, sum eru uppvaksin í Havn, og nú er vorðin eldri, hava góð søgulig minni í sálini. Alt virksemið á Vesturu bryggju, Tórshavnar skipasmiðjuni og ikki minst í Álakeri. Tíðir broytast og vinnan broytist, men vit mugu ikki gloyma søguna men varðveita søguna, har tað ber til, sigur Vagnur Michelsen, og heldur fram:
– Men tað sýnist, at býráðslimir, sum ikki eru uppvaksnir í Havn, hava slett ikki hesar kenslur sum vit onnur. Hjá teimum snýr seg alt um vinnuna og á vestfallið við søguni.
– Ger Tórshavnar kommuna rætt, so átti hon at fingið friðað øll neystini í Álakeri, tí tey eru prýði fyri eyguni. Spennandi at fylgja við, hvussu Álaker fer at hátta sær næstu árini. Í løtuni er ikki nógv at skriva heim um har á leiðini, tí har valdar ruðuleiki. Bátar, bilar, viðheftisvognar, bingjur og órudd hvørt um annað. Einki skipað. Tey siga, at Álaker skal gerast nýmótans vøkur marinuhavn. Vit bíða í spenningini, skrivar Vagnur Michelsen heimasíðu síni Hvannrók, sum kannlesast her