Mælir frá at pilka við uppbýtið

- Verður uppbýtið millum skipabólkarnar brotið, soleiðis at aðrir skipabólkar nú eisini skulu fáa lut í makrelinum, síggja vit fyri okkum, at føroyska fiskiveiðiskipanin fer at detta sundur. Hetta fer at føra til, at eingin kann kenna seg vísan í sínum rættindum og kann gera íløgur á slíkum grundarlagi

Makrelur

Felagið Nótaskip gjørdi í gjár viðmerkingar til makrelmálið. Hetta gjørdi felagið í almennum brævi, sum felagið eisini sendi fjølmiðlunum.
- Vit hava ikki viljað viðgjørt makrelspurningin alment fyri ikki at geva hinum londunum óneyðug kort í hondina í samráðingarstøðini. Tó eru vit samd um, at Føroyar eiga rætt til ein størri part av makrelinum, og at vit eiga at stríðast á øllum økjum fyri at røkka hesum máli.
Felagið Nótaskip er tó framvegis av teirri áskoðan, Føroyar eiga ikki at slíta samstarvið við Noreg og ES um makrelin nú, men at vit eiga at royna samráðingarleiðina í eina tíð enn.
Í skrivinum vísir felagið á, at Føroyar fyrstu ferð løgdu tøl á borðið í samráðingarfundi fyri tveimum mánaðum síðan, og Føroyar kunnu ikki rokna við, at millumlandasamráðingar um býti av fiskirættindum verða avgjørdar á einum fundi, tí slíkar samráðingar eru torførar og taka tíð.
Felagið heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur í hyggju at slíta samstarvið um makrelin, tí botnfiskaflotin undir Føroyum vil hava ein part av pelagisku vinnuni, nú upsaveiðan er so vánalig.
Men hetta hóvar ikki Felagnum Nótaskip sum í skrivinum vísir á tað uppbýti, sum verið hevur av fiskirættindum millum ymisku skipabólkarnar.
- Verður hetta uppbýtið brotið, soleiðis at aðrir skipabólkar nú eisini skulu fáa lut í makrelinum, síggja vit fyri okkum, at føroyska fiskiveiðiskipanin fer at detta sundur. Hetta fer at føra til, at eingin kann kenna seg vísan í sínum rættindum og kann gera íløgur á slíkum grundarlagi.
Felagið Nótaskip vísir eisini á, at ein onnur grundgeving fyri at ganga egnar leiðir í makrelmálinum er, at vit burtur av eini stórari einvíst ásettari kvotu kunnu bjóða øðrum londum makrel í býti við annan fisk, sum heimaflotin kann fiska í teirra sjógvi.
- Men hetta er eftir okkara meting óveruligt. Hini londini, sum hugsað verður um at handla við, hava í samstarvinum millum strandalondini sambært altjóða rætti átikið sær eina skyldu til at samstarva um umsitingina av felags pelagisku stovnunum. Tí kunnu tey ikki eisini gera avtalur við lond, sum einvíst áseta sær kvotur uttan fyri hetta samstarv, sigur Felagið Nótaskip í skrivinum, sum eisini viðgerð nógv onnur viðurskifti í sambandi við makrelspurningin.