Tað er rættiliga undirhaldandi á Tórsvølli, har HB hevur vitjan av ÍF. Teir gera seg til at fara undir fyrra hálvleik, og støðan er 3-2.
HB hevur í fyrra hálvleiki verið greitt omaná, meðan fuglfirðingar hava verið sera avgjørdir, tá ið teir einstakar ferðir hava vunnið seg fram í brotsteigin.
Fyri tað mesta hevur HB verið á bóltinum, og stóran part av tíðini hevur samanspælið hjá heimamonnunum verið gott, og teir hava spælt seg til fleiri stórar málmøguleikar.
Mikkel Dahl setti hol á við bleytum stútara við handara stólpa og upp um málverjan eftir framlegging úr høgru frá Mathias Nygaard. Tá vóru 20 minuttir farnir, og tað kendist sum um, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn heimaliðið fór at økja um leiðsluna.
Men so var tað, tá ið ein hálvur tími var farin, at ÍF javnaði. Hans Jákup Lervig legði innfyri úr vinstru, og við handara stólpa stakk Uros Stojanov seg upp og sendi við høvdinum bóltin í málið, og so var tað 1-1.
Tíggju minuttir undan steðginum legði HB seg aftur á odda. Mathias Nygaard plaffaði bóltin upp undir nettakið úr sjey metra fjarstøðu eftir spæl til baklinjuna í høgru og eftir at Mikkel Dahl legði aftur til Mathias Nygaard.
Dómarin legði fýra minuttir aftrat fyrra hálvleiki, og tá vórðu tvey mál skorað.
HB miðverjin Bartal Wardum stútaði eftir horna úr vinstru frá Adrian Justinussen til 3-1, og so var tað, at Uros Stojanov varð tvífaldur málskjútti og minkaði um munin til 3-2. Tað var eftir langa framlegging og misskiljing í HB verjuni.
HB – ÍF (3-2) kl. 18.30
1-0: Mikkel Dahl
1-1: Uros Stojanov
2-1: Mathias Nygaard
3-1: Bartal Wardum
3-2: Uros Stojanov
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu – Pætur J. Petersen, Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 63.), Adrian Justinussen
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Hákun Edmundsson, Jens Joensen, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Sámal Joensen – Gundur E. Petersen, Filip Djordjevic, Hans Jákup Lervig – Uros Stojanov