TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av teimum trimum málunum, ið komu úti í Vika á Argjum, tá NSÍ vann 2-1 á AB, og togaði seg upp á annað plássið í effodeildini, og er í skrivandi stund bert tvey stig aftanfyri KÍ, sum tó kann økja aftur um munin, tá teir vitja B68 sunnudagin.
Umframt frásøgnina av málunum, so hoyra vit eisini dystarendan, og samanumtøkuna hjá Tróndi Sigurðsson, fyrrverandi áleypara hjá AB, sum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 í kvøld.
Í annaðkvøld sigur Rás2 frá dystinum millum HB og ÍF á ovara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar klokkan 19, og sendingin byrjar klokkan 18.45.