Tað er einki nýtt undir sólini í kvinnukappingini í fótbólti. Margfaldur meistarakvinnurnar í KÍ eru topplið, og EBS/Skála roynir at bjóða av í toppstríðnum.
Sunnudagin vunnu hesi bæði liðini trivaligar sigrar. KÍ vann 8-1 í Gundadali ímóti HB, og EBS/Sk+ala vann 10-0 á Skála ímóti ÍF/Víkingi.
Einasta óvæntaða úrslitið í hesum umfarinum var, tá ið B68 fór úr Gundadali við 2-0 sigri ímóti B36. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.
Tað kann fara at vísa seg, at málmunurin verður avgerandi í stríðnum um FM. Tí leggja bæði KÍ og EBS/Skála nógv fyri, hóast mótstøðuliðini ikki tykjast so stinn.
Í dag vóru tað Hervøl Olsen hjá KÍ og Heidi Sevdal hjá EBS/Skála, sum skoraðu flest mál. Hervør Olsen skoraði hattrikk í Gundadali, og Heidi Sevdal hattrikk og ikki færri enn fimm av teimum tíggju málunum í 10-0 sigrinum ímóti ÍF/Víkingi.
EBS/Skála-ÍF/Víkingur 10 (3-0)
1-0: Birna T. Johannesen 20.
2-0: Heidi Sevdal 34.
3-0: Margunn Lindholm 45.
4-0: Lea Lisberg 68.
5-0: Heidi Sevdal 69.
6-0: Heidi Sevdal 72.
7-0: Heidi Sevdal 78.
8-0: Lea Lisberg 80.
9-0: Ansy Sevdal 85.
10-0: Heidi Sevdal 90.
HB-KÍ 1-8 (0-4)
0-1: Hervør Olsen 14.
0-2: Hervør Olsen 15.
0-3: Hervør Olsen 29.
0-4: Liljan Jacobsen 31.
0-5: sjálvmál 57.
1-5: Elin Maria Isaksen br 59.
1-6: Maria Klakstein Thomsen 70.
1-7: Evy á Lakjuni 88.
1-8: Sanna Jacobsen 90.
B36-B68 0-2 (0-0)
0-1: Oddny L. Jacobsen 57.
0-2: Dania Olsen 77.
Støðan
KÍ 18 stig
EBS/Skála 15 stig
HB 9 stig
B36 6 stig
B68 6 stig
ÍF/Víkingur 0 stig
Hósdagin 25. mai
Kristi himmalferðardag
KÍ-B36
B68-ÍF/Víkingur
HB-EBS/Skála










