Málini kunnu gerast trupulleikin

Sum trífaldir meistarar telist HB sjálvsagt millum favorittarnar, men spurningurin tykist vera, hvørt teir framvegis hava somu styrkina. Ikki minst í álopspartinum

HB

Tað er altíð truplari at varðveita eina støðu sum føroyameistari, heldur enn at gerast føroyameistari, verður ofta tikið til. Tað kann eisini væl vera, at nakað er um tosið, men í HB tykjast tey tó ikki leggja stórvegis í hetta.
Triðja árið á rað eydnaðist teimum í fjør at vinna MF-gullið. Og tá felagið so samstundis fylti 100, vann greipuna, Atlantic-kappingina og yvirhálaði KÍ sum tað mest vinnandi í landinum, so hava viðhaldsfólkini bara orsøk at vera væl nøgd.
Skert álop
Og hóast kappingin av øllum frontum sjálvandi er hørð, so slepst valla undan at nevna trífaldu meistararnar, tá tosast skal um favorittar til komandi kappingarárið.
Men spurningurin er so, um liðið er eins sterkt í ár, sum tað hevur verið tey trý undanfarnu árini. Størsta spurnarteknið má helst setast við álopspartin. Eftir at Rógvi Jacobsen er farin til Íslands, hevur liðið í øllum førum eitt vápn færri, tá tosað verður um skjóta umstillingsspælið, sum HB hevur meistrað. Hartil er Heðin á Lakjuni so eisini farin til Klaksvíkar, meðan Símun Eliasen í ár fer at spæla við barndómsfelagnum, ÍF. Tað telir helst heldur ikki rætta vegin, at Heini Fernandez í summar fer um tey 39, og at hann hartil helst er skaddur teir fyrstu tveir til tríggjar mánaðirnar.
Gaman í hevur liðið í leikarum sum Jákup á Borg, Tór-Ingar Akselsen og nøkrum av teimum heilt ungu leikarar, sum kunnu skjóta mál, men í spælistíli eru teir rættiliga ólíkir Rógva og Heina. Og hetta ger eina umstilling av spælinum neyðuga.
Fleiri standa klárir
Nakað, sum eyðkenni hópin hjá HB í fjør, var stóra breiddin á liðnum. Og ikki minst, hvussu nógvir ungir mans stóðu til reiðar at koma inn.
Við fráveruni av lyklaleikarum er tí eisini upplagt at rokna við, at onkur av hesum veruliga kann gera um seg í ár. Nøvn sum, Emil Leifsson, Eli Thorsteinsson, Páll Mohr Joensen og Hendrik Rubeksen, fyri bara at nevna nøkur, hava seinnu árini troðka seg alt nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu, og skal HB aftur standa ovast í ár, er alneyðugt, at tikið verður við ábyrgdini.
Og so eru eisini hóast alt nakrir royndir leikarar, sum hesir yngru kunnu lena seg uppat, tá mest stendur á. Jan Dam og Hans á Lag verða ætlandi báðir partar av verjuni, og á miðvøllinum rennur Rúni Nolsøe framvegis sum ein annar unglingi.
Tí eigur liðið framvegis nógvar av dygdunum, sum hava vissað teimum gullið seinnu árini. Men um tað er nóg mikið, er so ein annar spurningur.