Málini hjá HB og Heimir (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu HB vann 2-0 á AB, og hoyr høvuðsvenjaran hjá HB taka samanum 2-0 sigurin ímóti AB

HB hevur annan fótin í finaluni um løgmanssteypið aftaná 2-0 sigur ímóti AB í fyrru hálvfinaluni á heimavølli í Gundadali. Skorar HB eitt mál í seinnu hálvfinaluni úti í Vika á Argjum 13. juni má AB skora fýra mál fyri at vinna seg í steypafinaluna, ið verður á Tórsvølli, leygarkvøldið 25. august.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá málunum Magnus Egilsson og Jógvan Skeel Nolsøe skoraði fyri HB. André Olsen var viðmerkjari.


2) Hoyr André Olsen taka samanum dystin. André gevur ikki AB nógvar møguleikar at vinna seg í steypafinaluna aftaná avrikið í kvøld.


3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson.

 

Heimir Guðjónsson er leikliga væl nøgdur við størra partin av dystinum. Hann harmast tó, at HB ikki fekk fleiri mál. Á plusssíðuni er tó, at HB ikki lat nakað mál inn á heimavølli, og tað gevur liðnum eitt gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna.

 

Heimir Guðjónsson leggur dent á, at teir í HB undirmeta einki lið, tí undirmetir ein eitt lið gongur galið.

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel hoyrist HER