Mvg
Bilakeyparar, sum hava keypt nýggjan bil í tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 14. apríl 2003, og ikki longu hava sent inn krav um mvg-endurgjald, mugu ásanna, at tann peningin síggja tey ikki aftur.
Eins og sakførarar, sum vit tosaðu við í farnu viku, so er Taks av teirri áskoðan, at mvg-mál av hesum slag koma undir 5-ára fyrningarregluna.
Lógartekniska mistakið, sum hevur givið borgarum rætt at krevja mvg-endurgjald, var galdandi frá 1. mai 1999 til 28. apríl 2005. Men krøv, sum eru eldri enn fimm ár, eru eftir øllum at døma fyrnað. Hetta er tó ikki galdandi, um bilakeypari hevur gjørt vart við sítt krav, áðrenn bilakeypið var fimm ára gamalt.
Ført hevur verið fram, at talan íalt var um 125 milliónir krónur, sum tað almenna hevur kravt inn, uttan at heimild var fyri hesum. Verður roknað við, at bilakeypið hevur verið javnt øll árini, svarar hetta til 57.000 kr. um dagin. Og hetta er altso upphæddin, møguliga kann fyrnast fyri hvønn dag, sum gongur, uttan at nýggj krøv verða sett fram.
Í spurningum, sum vit her á blaðnum sendu Taks, varð eisini spurt, um tað hevði áhuga hjá Taks, at málið í Føroya Rætti tekur sum longst av tíð, soleiðis at flest møgulig krøv kunnu fyrnast. Hesum spurningi hevur stovnurin tó ikki svarað.
Vísandi til tað, sum framgongur aðrastaðni her á síðuni, mugu bilakeyparar tó sjálvi ansa eftir, at teirra krøv verða viðgjørd. Tí hóast Skatta- og avgjaldskærunevndin í fyrsta lagi hevur givið borgara viðhald, og í øðrum lagi hevur givið Taks greið boð um at viðgera aðra kæru, so metir Taks altso ikki, at nevndin við hesum avgerð rættarstøðuna hjá málum, ið ikki eru løgd fyri nevndina.