Skipið er selt til spaniumenn, men verður skrásett í Onglandi. Mýlingur fór av Havnini klokkan 20.00 fríggjakvøldið á veg til Spania á skipasmiðju við trimum føroyingum umborð.
Verður umvælt í Spania
Holið á skrokkinum á skipinum er tett á Skipasmiðjuni í Havn, og nú verður skipið umvælt í Spania. Seinni fer Mýlingur til fiskiskap í enskum sjógvi.
Keypararnir eru teir somu, sum ætlaðu at keypa Mýling, áðrenn hann varð ásilgdur. Teir vóru á veg til Føroyar at avgreiða søluna, tá óhappið hendi.
Tað er meklarafyritøkan MARETEC á Argjum, sum hevur staðið fyri søluni.
Aksel Hansen útgerðarmaður hjá P/F Kimbil sigur, at felagið leitar eftir einum hóskandi skipi at avloysa Mýling.
Felagið eigur frammanundan loyvið hjá Strembingi, og ætlanin er at leggja hetta loyvið saman við loyvinum hjá Mýlingi. So nú verður leitað eftir einum skipi, sum passar í stødd og maskinkraft, at røkja samanlagda loyvi.
Aksel Hansen sigur, at teir ongar ætlanir hava um at gevast, hóast útlitini hjá fiskivinnuni eru døpur í hesum døgum. Aksel Hansen vil ikki siga tann nágreiniliga søluprísin fyri Mýling, men sigur, at felagið er komið hampiliga væl burturúr hesum.