Tað vóru 11 spentir málarameistarar sum 12. februar settu hvørjum øðrum stevnu á Randers Tekniske Højskole.
Endamálið var at fáa størri kunnleika um, hvussu ein kann nýta sproytur til máling av húsum og bygningum, bæði innan og uttan.
Fleiri teirra høvdu ikki roynt at arbeiða við sproytum áður, meðan aðrir høvdu arbeitt við teimum í mong ár. Her var tí talan um ein rættiliga breiðan skara av føroyskum málarameistarum sum saman við SRI Máling í Havn tóku ímóti frálæruni á skeiðnum.
- Hetta við sproytingini gerst meiri og meiri vanligt. Og tí ynsktu vit at geva teimum møguleika at fáa meiri at vita um hetta og fyrimunirnar við tí, sigur Sri S. Jacobsen, sum legði ferðina til rættis.
Við sproyting ber til at gera allar uppgávur innan máling, bæði innanveggja og uttanveggja. Tað serstaka við hesum málingarhátti er, at nú kann ein sproyta tjúkka máling á ein vegg, uttan at hon rennur av aftur.
Umframt sjálvt málaraarbeiðið eru teir farnir meiri og meiri yvir til at spartla við sproytum. Her er tí talan um eina gongd, sum vit fara at síggja nógv meiri til, eisini her á landi.
Vistu 80 prosent
Lítil ivi er um, at teir 11 málarameistarnir, sum komu kring alt landið, vóru væl nøgdir við skeiðið í Randers.
Fleiri teirra høvdu á orði, og søgdu seg beinleiðis vita ov lítið um hesar sproyturnar, og hvussu tær kundu gera sítt til at lætta um arbeiði teirra.
Aðrir høvdu hinvegin fleiri ára royndir á hesum økinum, men fingu kortini nógv nýtt og nyttugt at vita.
Tað er helst so sum fleiri teirra tóku til:
- Á hesum væleydnaða skeiðinum fingu vit tað mesta uppá pláss við teim møguleikum, sum tær geva.
Spartla
Á teimum 11 málarameistarunum skilir Sosialurin, at teir serliga hava fingið eyguni upp fyri fyrimunum við sproytingini, tá talan er um til dømis sproyting av rábrettum við gloppi ímillum.
- Uttan sproytur tekur eitt slíkt arbeiði langa tíð, og er tí nærum ógjørligt. Men her koma sproyturnar av álvara til sín rætt, sigur Pole Mohr Poulsen úr Havn.
Sjálvur hevur hann ikki arbeitt við sproytum áður, men tað ætlar hann sær hinvegin at gera í framtíðini, tá spartli-arbeiði er á skránni.
Hann er í løtuni í ferð við eitt málaraarbeiði í bygningum hjá Trygd. Ein onnur rættiliga stór uppgáva, sum liggur fyri framman er eitt málaraarbeiði í bygningunum hjá Kristin Johansen undir Gráasteini í Havn.
- Eg haldi, at ov lítið hevur verið gjørt at arbeiða við hesum sproytunum. Men her hava tey hjá Sri verið rættiliga framsíggin. Hetta er framtíðin, slær Pole fast.
Skjótari og vakrari
Uni Zachariasen er ein annar kendur málarameistari, og hann fekk eisini nógv burtur úr vitjanini í Randers.
Hann hevur arbeitt nógv við sproytum, men fekk kortini nógv burtur úr vitjanini.
- Eg visti 80 prosent um arbeiðið við sproytunum, men havi stríðst við tey seinastu 20 prosentini. Hereftir fari eg at arbeiða nógv meiri við sproytum. Eingin ivi um tað, sigur hann.
Sjálvur hevur Uni seks slíkar sproytur – fýra til máling og tvær til spartling.
Tommy Falkenberg hevur nógvar royndir við sproytum, og hann veit tí alt um fyrimunirnar við hesum arbeiðsháttinum - at tað lættir um, og ger arbeiðið bæði vakrari og skjótari.
- Hinvegin krevst meiri avdekningur, men tað vigar upp ímóti tí, at vit kunnu arbeiða skjótari, staðfestir Tommy.
Hent men vandamikið
Martin í Nesi úr Hvalba hevur arbeitt við sproytum í nógv ár. Men ikki fyrrenn nú hevur hann til fulnar skilt, hvussu hent hetta amboðið í roynd og veru er.
- Eg havi brúkt tær í nógv ár, uttan rættiliga at vita, hvussu tær virkaðu. Men tað veit eg nú, sigur hann.
Hann hevur fyri tað mesta brúkt sproyturnar til grovt arbeiði, sum til dømis máling av húsatekjum.
Hetta ætlar hann sær sjálvandi at halda fram við, men nú fer hann eisini at kunna átaka sær at mála til dømis hurðar og annað innanveggja við sproytu.
Hetta sama sigur Anskar Hansen úr Klaksvík, sum er sera fegin um hetta áhugaverda skeiðið.
- Eg havi arbeitt við sproytum í mong ár, og eg helt, satt at siga, at eg hevði einki eftir at læra. Men eg bleiv so grundiga settur uppá pláss á skeiðnum, greiðir hann frá.
Við kønum undirvísarum fingu teir at vita um fleiri tekniskar finessur og møguleikar við sproytunum. Samstundis fingu teir eisini at vita, hvussu vandamiklar tær kunnu vera, um ein ikki ansar nóg væl eftir.
- Ja, vit fingu at vita, at ein slík sproyta er eins vandamikil og ein lødd byrsa. Tað gav okkum øllum nakað av hugsa um, sigur Anskar.